Eftir eina rimmar tíð í Esbjerg, skifti svenski Fredrik Berglund í fjør til FCK. Meistararnir hava síðan ta tíð fingið fleiri spælarar á álopsplássini, og nú er ikki pláss fyri svenska málbumbaranum longur. Hetta hevur fingið heimlandsfelagið hjá Berglund, Elfsborg, at keypa hann. Og hetta var eftir øllum at døma ikki nakar bíligur pengi, ið svenska felagið mátti av við. Teir máttu av við 5 mió. kr. til FCK, umframt at gjalda millum 3-4 mió. kr. í fyribilsupphædd til Berglund.









