Berghol og onnur hol

Magni Laksafoss hevur í løtuni sum sína fremstu politisku uppgávu at útseta ella helst steðga gerð av undirsjóartunnli til Sandoynna. Hetta kostar ov nógv í mun til hansara rokniførleika!

Hann er so "stórur" politikari, at hann ikki kennir tað sum sína uppgávu at hugsa um sovorðin smá øki, ella  atkvøðurnar hjá flokki hansara í oynni.

Í høvuðsgrundgevingum sínum vísir hann á sín førleika sum búskaparfrøðingur, men ikki sum politikkari.

Hetta við muninum á frøðingi og politikara kann best lýsast við tankanum, at um tað ikki "loysir" seg, so skulu ongir pengar ofrast! Mangt hevði sæð øðrvísi út í landinum, um hansara politikkur ráddi og trivnaðurin hevði verið nógv verri á øllum økjum, men tíbetur er hann føddur so seint í tíðini!

Eg komi at hugsa um tíð mína á skúlabonki fyri fleiri árum síðan. Hevði ein lærara, ið nevndist Sofus Joensen. Hann undirvísti okkum í donskum. Hann var helst ein hugsari, men eg var ov ungur at skilja hann.

Tá vit ein dagin vóru liðug at gjøgnumganga og rætta danskan stíl, og tíð var eftir, spurdi hann okkum: "Tá ein maður kann grava eitt hol í 10 dagar, hvussu langa tíð níta so 10 menn um sama arbeiði?" Vit vóru ikki í iva: "Ein dag!" Men tá spyr hann okkum við sínum fjálga smíli: "Men um nú holið er so trongt, at allir 10 ikki sleppa framat, hvussu leingi tekur tað so?" Har sótu vit við ongum svari!

Tí vil eg mæla til, at Magni einsamallur gervur sítt politiska hol, tí tá tekur tað neyvt 10 dagar, men lat okkum onnur grava og borða ein tunnil undir Skopunarfirði!