Berghol millum Funning og Gjógv

Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at heita á landsstýrismannin í vinnumálum (í undirstøðikervismálum) at skipa so fyri, at veruligar fyrireikingar verða gjørdar, soleiðis at farast kann undir at gera berghol ímillum bygdirnar Funning og Gjógv í Eysturoy Í fyrstu atløgu ræður um, at sett verður av fíggjarorka á fíggjarlógini 2008, ella í eykajáttanarlóg fyri tað, soleiðsni, at neyðugar kjarnuboringar kunna gerast í økinum, harið ætlaða linjuføringin er. Á heysti 2004 varð mett, at tørvur var á umleið 300.000 krónum til hetta fyrireikingararbeiðið. Bergholið sjálvt varð annars mett at kosta á leið 90-110 milliónir krónur.