Tann konservativi Oscar Berger vann forsetavalið í Guatemala sunnudagin. Sambært valnevndini fekk hann umleið 56 prosent av atkvøðunum.
Oscar Berger hevur fyrr verið borgarstjóri í høvuðsstaðnum Guatemala City, og hann fekk eisini 64 prosent av atkvøðunum har. Undir valstríðnum hevur hann lovað at beina fyri rasuskilnaðinum í Guatemala og at bøta um tey búskaparligu viðurskiftini. Tað eru serliga stórbøndurnir og vinnulívið, sum hava stuðlað Berger undir valstríðnum. Uppteljingin sunnukvøldið vísti, at Oscar Berger hevði fingið flestu atkvøðurnar í øllum teimum stóru býunum, meðan mótvalevnið, tann vinstrasinnaði Alvaro Colon, fekk flestu atkvøðurnar á bygd.
Hetta er aðru ferð síðani 1996, at forsetaval er í Guatemala. Tá endaði eitt 36 ára langt borgarakríggj, sum kravdi meiri enn 200.000 mannalív. Umleið 80 prosent av teimum, sum doyðu í borgarakrígnum, vóru indiánar.










