Bergen loysir seg ikki

Tað er ikki rætt tá sagt verður, at Norröna siglir fullfermd við ferðafólki úr Bergen summarmánaðirnar. Hevði tað verið so, góvust vit ikki við siglingini, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line

Í blaðnum mikudagin greiddu vit frá ferðamanni, sum ikki slapp aftur til Noregs, tí Norröna avlýsti túrin til Bergens. Hesin ferðamaðurin skilti ikki, at Norröna yvirhøvur gavst at sigla upp á Bergen, tí, sambært honum, so sigldi Norröna full av ferðafólki allar summarmánaðirnar.

Men hesum vísir Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line, aftur.

Vit hava sjálvandi nágreinilig hagtøl yvir ferðatólkatalið á Bergensrutuni, og hesi vísa, at vit liggja niðanfyri 600 ferðafólk í meðal til ein belegning upp á 1482, sigur Jákup Sverri Kass.

Hann sigur, at um Norröna sigldi fullfermd við ferðafólki hvønn túr summarmánaðirnar, so høvdu teir sjálvandi hildið fram við siglingini. Men veruleikin er ein annar.

Belegningurin á Hanstholm rutuni er so at siga 100% hvønn túr, og vit uppliva alla tíðina, at fólk spyrja um Hanstholm rutuna. Tí optimera vit tær rutur, sum kasta pening av sær, meðan vit niðurleggja tær órentablu ruturnar, sigur Jákup Sverri Kass.

Hann vísir eisini aftur, at tað var siglandi upp á Bergen seinasta vikuskiftið.

Allat ferjur høvdu aflýst at sigla upp á Bergen farna vikuskiftið. Fjord Line royndi, men mátti gevast eftir tveir tíma royndir. Og sama túr valdu vit at bíða eftir Fjord Line, sum var seinkað, tí við vóru fýra føroyskar familjur, sum skuldu heim til Føroya við Norrönu. So vit royna sanniliga at taka fyrilit har vit kunnu, sigur Jákup Sverri Kass í stuttari viðmerking.