Berg Motors hevur yvirtikið bilfyritøkuna D.B. Bilar. Derek Brockie, frá D.B. Bilum sigur, at gongdin allastaðni vísir, at fyritøkur leggja saman í størri eindir. Bilverksmiðjurnar seta stór krøv til bilasølurnar. Um hann skuldi hildið fram við fyritøkuni, mátti hann gjørt so stórar íløgur í tøkniligan útbúnað, at tað hevði verið ringt at fingið raksturin av fyritøkuna at hingið saman.
Berg Motors hevur keypt fyritøkuna og umboðini, men ikki bygningarnar í J. Broncksgøtu.
Starvsfólkini hjá D.B. Bilum koma at halda áfram. Støða er enn ikki tikin til um tey skulu flyta.
Brockie familjan byrjaði at selja bilar beint eftir seinna verðaldarbardaga, tá teir fingu umboð fyri ensku Austin bilarnar. Í 1973 yvirtók Derek Brockie, sum er triðja ættarlið, bilverkstaðin og í 1980 bilumboðini hjá fyritøkuni Robert. P. Brockie. Teir umboðaðu tá bilmerkini hjá British Leyland Motor Company (BLMC) sum t.d. Austin, Morris, Rover, Land Rover og japansku Daihatsu.
Derek Brockie hevur verið 40 ár í bilbransjuni. Hann fór í læru sum bilmekanikari hjá Frits Jensen í Gundadali í 1965, og hevur hann arbeitt við bilum síðan tá