Berg Motors - hava áhugaverda Mazda vøruskrá

Hjá Berg Motors á Hálsi hava tey í hesum døgum fleiri áhugaverd Mazda-tilboð. Til dømis Mazda 626, Premacy, E2200 og B2500, sum eru væl útgjørdir bilar, til sera sámuligar prísir

 

Mazda 626 hevur í mong ár verið kosin sum tann bilur í sínum klassa, ið hevur havt minst brek. Av somu orsøk hevur 626 verði nógv brúktur sum firma- og familjubilur. Bilurin, ið fæst sum sedan og combicoupé, er sera rúmligur og hevur stórt viðførisrúm. Tað sum er mest áhugavert við 626 í løtuni, er, at hann í sedan útgávuni fæst sum ein sera væl útgjørdur bilur við prísum niðan fyri 200.000 krónur. Til dømis kostar 1.8i LX sedan við 100 hk 189.700 krónur og 2.0i GLX sedan við 115hk 198.700 krónur.

Mazda Premacy

Mazda Premacy er ein rúmligur MPV familjubilur við ágangandi designi. Ein bilur, har man situr høgt við góðum útsýni allar vegir. Bilurin hevur framúr góðar koyrieginleikar, er einans 4.30 metrar langur, viðførisrúmið er 420 litrar og við baksetrunum niðri eru heilir 1848 litrar at ráða yvir.

Bilurin hevur 5 sitipláss, og fyri 8000 krónur fæst eitt eykasetur at seta aftan fyri baksetrið. Í GLX útgávuni er Premacy sera væl útgjørdur og hevur til dømis traction control, el-rútar el-síðuspegl, sentrallás við fjarstýring, el-hita í framsetrunum, eyka lyktir, aircondition. Eisini hevur hann startsperru við dupultari læsing. Premacy 1.8i LX 100 hk kostar 175.700 krónur. 1.8i GLX 100 hk kostar 187.700 krónur. Og 1.8i GLX 115 hk kostar 196.700 krónur.

B2500 Pick-up

B-serian hjá Mazda fæst nú við 2.5 litur Turbodiesel motori við Intercoolara og 110 hk. Bilurin verður gjørdur í útgávunum StandardCab, StrechCab og DoubleCab við 2 ella 4 hjólstrekk. Á StandardCab er førarahúsið stutt, og bakrúturin er beint aftan fyri setrið. StrechCab hevur nakað størri førarahús, og eitt rúm er millum setrið og bakrútin. Á DoubleCab eru tvær rekkjur av setrum, og 5 sitipláss. Tað vil siga, at man í veruleikanum hevur bæði ein pick-up og ein persónbil í sama bili. Hesin bilurin kostar við allari útgerð og 4-hjólstrekk, skrásettur sum persónbilur, 255.700 krónur. Um man ynskir bilin við trælast, kostar tað 18.000 krónur eyka.

E2200 og Demio

Mazda B2500 og E2200 verða nógv brúktir til arbeiðsbilar, so sum til útróðrarmenn, múrarar og aðrar handverkarar. E2200 fæst bæði sum vørubilur, bussur og við trælast. Ein E2200 við trælast, ið hevur 2,2 litur dieselmotor, lastar 1,7 tons, kostar 127.760 krónur. Umframt omanfyri nevndu bilar er eisini Mazda Demio, ið er ein mini-MPV. Hesin er væl egnaður til býkoyring, við tað at hann er sera arbeiðsligur, tekur lítið pláss og er lættur at parkera. Demio við 1.3 litur motori kostar 129.700 krónur.