Berg-hestar byggja ríðihøll

Gongst sum ætlað, flyta Berg-hestar inn í stásiliga ríðihøll seint í heyst. Hetta fer at betra munandi um umstøðurnar hjá brekaðum at ríða

John Johannessen


Byrjað er at grava út, og gongst arbeiðið sum ætlað, verður fyrsta føroyska ríðihøllin reist um ikki so langa tíð.

Ríðihøllin hevur nógvar fyrimunir við sær. Umframt, at umstøðurnar hjá limunum í Berg-hesum vera munandi betur, fáa eisini tey mongu brekaðu, ið regluliga ríða fyri at fáa heilsubót, nógv betri umstøður.

Í ríðihøllini vera lyftir, soleiðis, at tey, sum sita í koyristóli sleppa upp á hestbak uttan nakað hóvasták. Hetta heldur Leif Berg, dagligur leiðari, fer at økja munandi um áhugan og møguleikarnar hjá brekaðum fyri at ríða.

Eisini vísir felagið á, at ríðihøllin fer at gera umstøðurnar hjá teimum mongu ferðafólkunum, ið bæði vetur og summar ríða við Berg-hestum, munandi betur.

Umframt ríðihøll skal fjós eisini vera í bygninginum. Fjósið skal hýsa øllum hestunum hjá felagnum.


Fáa tvær hallir

Fyri tveimum mánaðum síðani bórust tíðindini um, at Føroyskt íslandsrossafelag hevur fingið játtað eina millión krónur í stuðuli frá Tórshavnar býráð at byggja ríðihøll og felagshøli í Havnadali. Hetta merkir, at tað um ikki so langa tíð vera tvær ríðihallir í høvuðsstaðarøkinum.

Berg-hestar hava eisini fyri nøkrum árum síðani søkt um stuðul til sína ríðihøll. Men býráðið játtaði ikki umsóknini. Grundgevingin var, at Berg-hestar reka handilsvinnu. Føroyskt íslandsrossafelag er harafturímóti eitt áhugafelag, ið virkar fyri at stimbra áhuga fyri íslandsrossum í Føroyum, og tí kann felagið fáa stuðul.

Kortini er Berg-hestar einasta felagið í Føroyum - burtursæð frá onkrum einstaklingi í Norðoyggjum - ið bjóðar ríðing fyri brekað. Tí fekk felagið viðmælli frá MBF, tá tað søkti um stuðul, men hetta hjálpti einki.


Mugu byggja kortini

Hóast Berg-hestar ikki fekk stuðul til sína ríðihøll, er kortini neyðugt hjá felagnum at byggja hana. Felagið heldur í løtuni til við Marknagilsvegin á einum øki hjá býráðnum. Men áðrenn juni næsta ár skal felagið vera burtur av hesum øki, tí tað skal nýtast til annað endamál.