Bjargingaroynd
Turrskødda bjargingin, sum hon verður nevnd, gjørdist til berføtta bjarging, tí sjógvur var í bjargingarbátinum. Og á veg niður hingu nøkur av fólkunum, sum bjargast skuldu, føst.
Nýggja bjargingarútgerðin, sum Strandferðslan setir í skipini, er kortini ein munandi bati sammett við tað, vit kenna frammanundan. Men okkurt er, sum rættast skal, áðrenn útgeðrin kann gera optimala nyttu, sum hon er ætlað til.
Fyrrapartin í gjár var bjargingarroynd umborð á Smyrli, sum lá við bryggju í Havn. Manningin varð lærd, hvussu hendan nýggja útgerðin skuldi brúkast, og saman um tikið gekk royndin væl, hóast okkurt er at bøta.
Blaðmaðurin, sum slapp ein túr gjøgnum sliskuna niður í stóra gummibátin, gjørdist vátur um beinini og eitt sindur um endan eisini, tá hann kom sendandi niður í bátin, sum eittt sindur av sjógvi var komin í.
Tað gekk annars ikki so heilt lætt at koma niður í bátin, sum ætlað var frammanundan,
Manningin fekk í frálæruni at vita, at øll, sum fóru í bátin, skuldi vera í bjargingarvesti, og tað gjørdu fólk so.
Men skjótt vísti seg, at fólk stóðu føst á veg niður, og tað er jú ikki so gott.
Tá túrurin so kom til blaðmannin, sum eisini skuldi royna, høvdu teir funnið út av, at helst vóru tað bjargingarvestarnir, sum vóru ov illa egnaðir til sliskuna, ið gongur av skipinum niður í bátin, sum gjørdu, at fólk hingu føst.
Eg varð tí biðin um at fara úr aftur vestinum og síðan lata meg glíða niður. Men tað gekk heldur ikki skjótari enn so, at eg stóð fastur tríggjar ferðir á veg niður.
Sliskan, sum gongur av bátadekkinum á Smyrli niður i bátin, er innan skapað sum ein spiral, har tann, sum fer ígjøgnum, koyrir runt. Í hesum svingunum var so mikið trongt, at tað stóð á og neyðugt var at snara sær á og hjálpa til fyri at koma víðari. Seinasta pettið, sum var beint, gekk tað heilt skjótt, og tann, sum skuldi taka í móti í bátinum, var ikki heilt til reiðar, so móttøkan var eitt sindur óvæntað.
Farið varð úr skónum, áðrenn farið varð av skipinum, og tað fyrsta, sum lagt varð til merkis í bátinum var, at neyðugt var at skifta hosur, fyrsta komið var umborð aftur.
Fleiri teirra, sum undan vóru farin í bátin, søgdu frá,a t bjargingarvestarnir hingu fastir, og tey hildu viðhvørt, at um heilt illa vildi til, kundi ein, sum ikki hugsaði klárt í slíkari støðu, kvalast.
Menn frá danska Søfartsstyrelsen vóru við til royndina, og teir søgdu, at teir høvdu eisini havt ávísar trupulleikar við bjargingarvestum umborð á Bornholmaraskipunum. Men tað varð loyst við at fáa nýggjar bjargingarvestar. Hesir vóru av sama slag, sum summir teirra, ið Smyril longu hevur, og hildu teir tí, at um allir vestarnir vóru skiftir til hetta slagið, skuldi ikki verið nakar vandi í so máta.
At sjógvur var í bátinum komst av, at tá hann varð tveittur út, fór hann undir, og meðan hann blástist upp, kom eitt lítið sindur av sjógvi í hann.
Men alt í alt er framstigið rættiliga stórt. Munur er á at koma beinleiðis niður í ein øgiliga stóran bát, sum altíð vendir rætt, og at noyðast at loypa í ein lítlan bát við einum holi, sum tú kanska rakar - og helst ikki - við tí úrlsiti, at tú endar á sjónum, og verður ígjøgjum, allur sum tú ert. Tá er hóast alt lættari at skifta hosur.