Berbatov sparkar United á topp

Síðani Dimitar Berbatov tann 19. septembur skoraði eitt hattrick móti Liverpool, hevur framherjin úr Bulgaria ikki liva upp til keypsprísin upp á góðar 300 milliónir krónur. Tað gjørdi hann í dag.

 

Á Old Trafford fekk Manchester United vitjan av Blackburn, ið júst hevur fingið nýggjar eigarar. Sir Alex Ferguson og Manchester United vístu onga náði og trumlaðu Blackurn um koll við einum 7-1 sigri. Hóast Wayne Rooney byrjaði inni fyri fyrstu ferð frammanfyr sínum egnu viðhaldsfolkum síðani ?Rooneygate?, so var tað Dimitar Berbatov í fekk høvðusleiklutin. Við tveimum málum í fyrra hálvleiki og trimum í seinna var hann høvðusorsøkin til stórsigurin, ið tryggjar at Manchester United er nýtt oddalið í Premier League.

 

Arsenal vann torføra útidystin ímóti Aston Villa 4-2. Málini skoraðu Jack Wilshere, Marouane Chamakh, Samir Nasri og Andrei Arshavin. Manchester City misti sigurin í evstu løtu á útivølli ímóti Stoke. Micah Richards legði City á odda í 81. minutti, men í tíðini, ið dómarin hevði lagt afturat, javnaði Matthew Etherington.

 

Everton var fyri óvæntaðum stórtapi á heimavølli. Teir taptu 4-1 fyri West Bromwich.

 

Chelsea kann í morgin vinna oddasessin aftur, um teir vinna á Newcastle.

 

Premier League í dag:

 

Aston Villa ? Arsenal 2-4

Bolton ? Blackpool 2-2

Everton ? WBA 1-4

Fulham ? Birmingham 1-1

Manchester United ? Blackburn 7-1

Stoke ? Man City 1-1

West Ham ? Wigan 3-1

Wolves ? Sunderland 3-2