Berbatov á beinkinum

Spanski venjarin hjá Tottenham, Juande Ramos, er eftir øllum at døma troyttur av áhaldandi slatrinum um, at Dimitar Berbatov skal vera ávegis til Manchester United. Spælarin hevur sjálvur sagt, at hann fegin skiftir, og tað fekk venjaran at seta hann á beinkin, tá Tottenham spældi um vikuskiftið. Í enskum miðlum verður gitt, at Ramos ætlar at koyra Berbatov heilt úr hópinum. Og at tað so verður upp til Manchester United, um teir vilja rinda 300 milliónir fyri spælaran, sum Tottenham keypti í Leverkusen fyri á leið 100 milliónir krónur.