BERAS fingið sáttmála við Amerada Hess


 

Kenneth Rasmussen

Beras P/f


5. oktober skrivaðu Amerada Hess (Faroes) Limited og Beras P/f undir sáttmála um veiting av »General Consumables and Safety Clothing«. Sáttmálin, sum varð boðin út á føroysku veitaraskránni, er galdandi í 2 ár; og møguleiki er at leingja sáttmálan í 2 x 1 ár.

Beras P/f er hjánavn hjá Teymavirkinum P/f í Runavík. Síðan 1961 hevur Teymavirkið framleitt teymar og línu til føroyska fiskiflotan. Eisini verður stórur partur av framleiðsluni útfluttur. Umframt framleiðsluna hevur Teymavirkið stóran skipshandil á Heiðavegnum í Runavík, og í farna mánaða keypti Teymavirkið Snørisvirkið P/f í Klaksvík, har framleiðsla og skipshandil eisini eru.

Í skipshandlinum eru fiskireiðskapur, arbeiðsklæði, persónlig trygdarútgerð og onnur útgerð til fiskivinnuna at fáa. Við drúgvu royndunum hjá Teymavirkinum er Beras farið undir at bjóða oljuvinnuni tær tænastur, sum skipshandilin veitir fiskivinnuni. Beras útvegar allar vørur til oljuvinnuna. Arbeiðsklæði og persónlig trygdarútgerð eru á goymslu, meðan restin verður keypt frá veitarum í Føroyum og uttanlands.

Heildarveiting

Beras bjóðar seg til at samskipa allar veitingar til oljufeløgini. Hetta ger, at oljufeløgini við at venda sær til Beras, kunnu avgreiða allar bíleggingar. Á henda hátt koma oljufeløgini at hava samskifti við færri veitarar, og soleiðis spara tíð og orku uppá at leita eftir vørum og tænastum í Føroyum.

Beras hevur fingið avtalur við feløg í grannalondunum og aðrastaðni, sum hava drúgvar royndir í oljuvinnu. Talan er bæði um høvuðsveitarar og undirveitarar. Fleiri av hesum hava sáttmálar um heildarveiting til oljufeløgini og teir stóru altjóða arbeiðstakararnar. Gjøgnum hesar samstarvsavtalur er møguligt hjá Beras at fáa fatur á stórum parti av teimum vørum og teirri útgerð, sum brúk er fyri í oljuvinnuni.

Royndirnar av fyrstu boringunum

Royndarboringarnar í ár hava ikki havt serliga nógv føroyskt veitingarvirksemi við sær, burtursæð frá matvøruveitingunum. Hetta kemur partvís av at boripallurin og boriskipið bert hava verið í føroyskum øki í styttri tíðarskeið og tí ikki hava brúkt stórvegis av vørugoymsluni umborð. Eisini er greitt at feløgini, sum von eru við at brúka ávísar veitarar í grannalondunum, ikki gera broytingar í vanligu mannagongdunum í sambandi við keyp av vørum og tænastum, tá talan bert er um fáar vikur í føroyskum økið.


Komandi boringarnar

Tað virksemi, sum verið hevur í ár, hevur givið føroyingum greiðar ábendingar um hvørjar treytir og krøv, sum sett verða til veitarar í hesi nýggju vinnuni. Meðan vit bíða eftir at næstu royndarboringarnar fara í gongd, eiga vit at kunna byggja víðari uppá royndirnar frá 2001. Tað eru altíð ávís viðurskifti, sum kunnu betrast. Við einari miðvísari menning av teirri einstøku fyritøkuni, verða, sum frá líður, færri og færri grundir hjá oljuvinnuni til ikki at keypa tænastur í Føroyum. Beras fer at halda fram við fyrireikingunum, soleiðis at felagið í minsta lagi kann koma á eitt støði, sum eisini ger Beras kappingarført uttanfyri føroyska landgrunnin.