Eftir at 11 postmenn vórðu sagdir úr starvi í fjør, skulu 30 nýggir nú setast Hetta váttaði postverksstjórin, Sofus Clementsen, fyri Kringvarpinum í kvøld.
Postverksstjórin segði, at um ein mánað ella so fer Postverkið at bera post út seinnapartin - og altso ikki fyrrapart, sum tað higartil hevur verið vanligt. Hetta fyri at røkka einum betri tænastustøði, sigur Sofus Clementsen.
Samstundis hevur Postverkið í dag lýsingar í bløðunum, har søkt verður eftir nýggjum postboðum. Sofus Clementsen sigur, at á leið 30 nýggj størv skulu setast. Hetta tí ruturnar nú verða fleiri í tali.