Tað er einki løgið í, at vit selja laks til Russlands. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í føroyska alirisanum, Bakkafrosti Tað hevur verið funnist at føroyingum, tí at vit selja til Russlands, hóast landið er undir boykotti., - Vit hava selt til Ruslands í nógv ár og Russlands hevur keypt umleið ein fimting av okkara framleiðslu. Tað gjørdu vit í 2012 og tað gjørdu vit í fjør. Í so máta er eingin stórvegis broyting hjá okkum, sigur Regin Jacobsen. Hann leggur afturat, at tað eru nógv lond í Evropa, sum selja til Russlands og tað er onki land, sum hevur steðgað útflutninginum hagar.
Trýst á pílin undir myndina og hoyr Regin Jacobsen greiða frá
|