Seinasta leygarkvøld var eitt sindur øðrvísi hjá teimum ungu í Betesda, sum hvørt vikuskifti savnast har at hugna sær saman.
Hetta kvøldið høvdu tey sett sær fyri at gera jólaprýði, køkur og góðgæti at bera eldri og einsligum. Eisini skrivaðu tey kort við eini jóla- og nýársheilsu á við heilsu úr Fil. 4. 4-7.
- Vit hava leingi tosað um at gera eitthvørt fyri tey eldru og tey, sum eru einslig, sigur Kári Østerø, ein av fyriskiparunum.
Tiltakið hevði tvey endamál: At gleða tey, ið sita einsamøll og veik, og at knýta bond millum tey yngru og eldru.
- 60 jóladekoratiónir vórðu gjørdar. Tað serstaka við teimum er, at tær eru gjørdar á plattar av viði úr Kunoy, sigur Kári.
Nakrar konur hjálptu teimum ungu við at baka og gera bomm. Fleiri av hesum konum eru handarbeiðslærarar, so tað lá væl at gera prýði.
Týskvøldið varð farið at bera gávurnar út, og vórðu tey ungu sera væl móttikin. Tað var ikki ætlanin, at tey skuldu hava nakað afturfyri, men nógvastaðni sluppu tey ikki avstað aftur tómhent.










