- Vit halda nýggjársaftan saman við familjuni á Eiði. Vit hugna okkum við einum góðum bita, og í ár verður tað heimagjørt sushi.
Tað sigur Tordur J. Niclasen, sum bæði er kendur úr lands-og kommunalpolitikki og sum leiðari á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi.
- Ein part av kvøldinum eru vit eisini saman við vinum og kenningum til nýggjárssamkomu í Mizpa, sum plagar at vera hugnaligt, stuttligt og gevandi.
Tordur sigur, at einki fýrverk verður keypt, men tey plagdu at keypa, tá børnini vóru smá.
- Tað var mangan sera spennandi pg stuttligt at síggja og uppliva fýrverk saman við børnunum. Vit síggja yvir Eiðis bygd og njóta ta vøkru sjón, tá bálini brenna, og fýrverk verður skotið.
Hann sigur, at nýggjárslyfti verður einki givið, men kortini hevur hann mong nýggjársynski, sum hann tekur til.
- Eg vil tó bara nevna tað eina. Tað er, at vit mugu leggja okkum eftir at møta menniskjum, har tey eru og soleiðis verða við til at lætta um og bera byrðar hvør hjá øðrum, sigur Tordur J. Niclasen, sum ynskir øllum eitt gott nýggjár.