Kommunuval er í ár sett til at vera týsdagin 8. november í samsvar við, at kommunuval skal vera hildið fjórða hvørt ár annan týsdag í november.
Hóast ongir listar eru kunngjørdir enn, so ber longu til í morgin at greiða atkvøða. Heilsu- og Innlendismálaráðið, ið umsitur økið, upplýsir á síni heimasíðu, at tað hjá persónum, ið eru sjúk, burturstødd ella av øðrum ávum ikki kunnu møta á valstaðnum, kunnu útfylla atkvøðuseðilin fýra mánaðir áðrenn sjálvan valdagin.
Tá valið so er sett til at vera 8. november merkir tað, at fyrsti dagurin har til ber at greiða atkvøða til kommunuvalið 2016, er í morgin 8. juli.