Nú Erla Kongsdóttir hevur siglt ímillum Havnina og Nólsoyar í góðar 6 vikur, hevur Strandferðslan gjørt av at eftirmeta støðuna og í hesum sambandi verður ferðaætlanin nú lagað til.
Strandferðslan sigur, at royndirnar hesa tíðina hava víst, at tað ber til at stytta siglingartíðina ímillum Havnina og Nólsoy einar 10 minuttum hvønn vegin, úr 30 minuttum, sum hvør verður nú verður sett tilm niður í 20 minuttir.
Tískil hevur Strandferðslan nú broytt ferðaætlanina, har flestu fráferðirnar eru broyttar 5 – 10 minuttir, men talið á túrum er kortini óbroytt, sigur Strandferðslan.










