FÓLKAKIRKJAN
Í uppskotinum til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í Fólkakirkjuni, stendur, at bispur kann loyva, at fremmant mál verður brúkt við guðstænastur.
Í viðmerkingunum til greinina stendur m.a., at “Eftir grein 11 í heimastýrislógini ber eins væl til at nýta danskt sum føroyskt í øllum almennum viðurskiftum. Ásetingin er tí viðkomandi, tá ætlanin er at hava gudstænastu ella part av henni á øðrum máli enn føroyskum ella donskum”.
Hetta er fallið Tórbjørn Jacobsen, tjóðveldistingmanni, fyri bróstið. Í samrøðu við Sosialin í gjár, bar hann fram, at føroyskt átti at vera omanfyri onnnur mál í eini yvirtiknari føroyskari kirkju. Eisini setti hann spurnartekn við hvør ráddi fyri borgum í hesum spurninginum, danskir ella føroyskir myndugleikar. Hann segði seg tí einki hava ímóti donskum máli í kirkjuni, men at loyvi skal gevast til hetta eins og við øðrum málum enn føroyskum.
Tað tykist tó, sum tað verður trupult hjá Tórbjørn Jacobsen at fáa síni krøv gjøgnumførd, so leingi heimastýrislógin er galdandi.
Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur og ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, metir, at hetta kann samanberast við orðaskiftið á Tingi í 1986, tá spurningurin um rættargangslógina § 149 stk 1 um málið í rættinum varð viðgjørdur.
Sjúrður Rasmussen skrivaði tá eitt drúgt responsum, har hann grundgav fyri, at greinin í heimastýrislógini um, at ”Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum” mátti skiljast sum ein minnilutaverja hjá dønum í Føroyum, og at tað tí var í lagi at § 149 stk. 1 var orðað soleiðis, at málið við sorinskrivaraembætið var føroyskt, men at danskt kundi brúkast av dønum. Forsætismálaráðið kolldømdi tó hesa tulking. Endin var, at § 149 stk. 1 varð orðað soleiðis, at hon endurtók heimastýrislógina, so at greinin kom at ljóða ”Hovedsproget i retten er færøsk, men dansk kan lige så vel anvendes som færøsk”.
Sostatt kann danskt helst nýtast eins væl og føroyskt í føroysku kirkjuni, og tí er spurningurin, um tað ber til noyða danskar prestar í Føroyum at prædika á føroyskum.
Ikki neyðugt at alt er liðugt fyri ólavsøku
Bergur Berg er fulltrúi á Mentamálaráðnum og hevur verið við til at orða lógaruppskotini um hvussu tann yvirtikna kirkjan. Hann viðgongur, at orðingin ”fremmant mál” í lógaruppskotinum kanska er eitt sindur keðilig, og at ”annað mál” kundi verið ein onnur loysn.
Fulltrúin vísir á, at eitt av endamálunum við lutherska siðaskiftinum var, at boðanin í kirkjuni skuldi fara fram á móðurmálinum.
- Men í Føroyum er tað serliga galdandi, at her í Føroyum er heimastýrislógin galdandi, sum eingin onnur lóg kann broyta uppá, sigur Bergur Berg.
Tilsamans er ætlanin, at 7 lógir skulu gerast í sambandi við yvirtøkuna. Tvær teirra verða helst samtyktar, eftir at kirkjan væntandi er yvirtikin á ólavsøku. Tó er ikki vist, um tíðarætlanin fer at halda.
- Vit eru væl inni í evninum embætisliga, so tað gongur skjótt. Men nu tikkar klokkan alvorliga, staðfestir Bergur Berg.
Um kirkjan skal yvirtakast á ólavsøku, skulu lógaruppskotini helst viðgerast á Tingi í vár. Hinvegin er yvirtøkan ikki í vanda, tí ikki er neyðugt, at alllar lógirnar verða samtyktar undan yvirtøkuni, staðfestir Bergur Berg.
Prestarnir framvegis tænastumenn
Í sambandi við yvirtøkuna hevur verið fýlst eitt sindur á, hvussu trúarjáttaninin hjá kirkjuni kann tryggjast. Í Danmark er hetta nevnt í grundlógini, sum eisini er galdandi fyri Føroyar. Bergur Berg vísir á, at tey ikki hava viðgjørt, hvussu ein møgulig broyting av trúarjáatanum kann fremjast, og at hetta neyvan heldur verður viðgjørt.
Hann vísir á, at Norska Lóg frá 1688 ásetir, at m.a. Augsburska trúarjáttanini og tey sonevndu ”symbolini” eru grundarlag fyri læru kirkjunnar, og at til ber at kjakast, um Norska lóg hevur konstitutionellan týdning. Danska grundlógin er nevniliga grundfest í Donsku lóg, ið svarar til Norsku lóg, vísir Bergur Berg á.
Núverandi samgonga er tann triðja í røðini, sum hevur sett sær fyri at yvirtaka Fólkakirkjuna, men enn er sum kunnugt ikki komið á mál. Í hesum sambandi hevur eitt sindur verið tosað um, hvussu setanarviðurskiftini hjá prestunum skulu vera í framtíðini. M.a. hevur áður verið sagt úr Mentamálaráðnum, at prestarnir skuldu vera sáttmálasettir. Men sambært Bergi Berg skal so lítið sum gjørligt broytast í Fólkakirkjuni, og tí halda prestarnir helst fram við at vera tænastumenn.
-- -- -- -- -- -- -- -- --
FAKTA
§ 11. Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum