Ber illa til at gera tað betur

Í kjalarvørrinum av einastandandi jólakonsertini í Christianskirkjuni, har Eivør og Pætur veruliga sungu seg inn í hjørtuni á áhoyrarunum, ásannar formaðurin í Klaksvíkar Hornorkestri, Heri Ellingsgaard, at tað kann fara at verða torført at skipa fyri eini betri konsert

Klaksvík:
? Tað verður ikki lætt at finna upp á nakað, sum verður betur enn hendan konsertin var, ásannar Heri Ellingsgaard, virkandi formaður í Klaksvíkar Hornorkestri.
Hann heldur, at tey við hesi konsertini hava gjørt, at tað framyvir verður roknað við einum ella øðrum stórum í sambandi við jólakonsertina. Spurningurin er so bara, hvør tað skal vera.
? Nú hava vit eitt ár at hugsa í, áðrenn næstu konsert, so okkurt man fara at vísa seg. Og at biðja Eivør aftur, er so avgjørt ein møguleiki, tí konsertin er eitt siðbundið tiltak, sigur Heri.
Og tað tykist ikki at vera nakar ivi um, at um kirkjan skal fyllast aftur á sama hátt, so má eitt stjørnunavn til. Fyri at gera hana so spennandi sum tilber.
Hann greiðir frá, at hetta er í øllum førum fyrstu ferð, at hann hevur upplivað, at fólk eru komin til teirra eftir eina jólakonsert og takka teimum fyri.
? Ein fekk enntá klemm frá onkrum, so glað vóru tey, so tað er bara stuttligt, sigur Heri.
Mikudagurin fór allur sum hann var hjá honum við at tosa um konsertina. Antin í telefon ella við fólk, sum hann hitti.
? Øll lata væl at og eru so glað, so glað.

Nógvur larmur
Tá formaðurin hyggur aftur á konsertina, so eru tó onkur smá viðurskifti, sum hann heldur kundi havt verið betur.
Millum annað hevur onkur gjørt vart við, at tað var sera nógvur larmur inni í kirkjuni av børnum, og tað var sera óheppið.
? Hetta er ein trupulleiki, sum illa slepst undan. Og so er spurningurin, hvat ein kann gera við tað, sigur Heri. Hann sigur, at hann væl hugsaði um tað sjálvur, meðan hann sat í kirkjuni, men tá bar so ikki til at gera nakað. Men framyvir heldur hann, at tað kanska átti at verðið gjørt okkurt við tað.
? Hetta er jú ein konsert, har fólk eru komin at lurta, og so er tað ikki gott, at tey verða órógvað av gangi, so tað harmast vit um, sigur hann.
Hann hevur onkur hugskot um, hvat kundi verðið gjørt, men tað er ikki bara sum at siga tað, heldur hann.
Eitt annað, sum eisini órógvar nakað, sambært Hera er, at útvarpið tekur konsertina upp.
Her hugsar hann serliga um, at tað gevur luttakarunum meira nervar, tá tey vita, at útvarpið er har.
? Eisini eri eg vísur í, at ljóðgóðskan hevði verðið betur, um kirkjan ikki var so full av fólki, tí tá fremur hon besta rúmklangin náttúrliga.
Hesi viðurskiftini eru nakað, sum Heri kundi hugsað sær at gjørt nakað við til eina aðru ferð.
Men alt í alt sigur hann, at reaktiónirnar hava verið avbera góðar og positivar, og orkestrið er framúr vælnøgt við konsertina.