Við Sosialin í dag sigur Kjartan Hoydal, at eingin í vinnuni skilir hugsanina aftan fyri eina fiskuvinnu, ið er rikin 100% eftir marknaðartreytum, og at hann heldur ikki skilir hetta sjálvur.
- Sjálvt kendi íslendski professarin Ragnar Arnason (búskapar- og samfelagsfrøðingur, serfrøðingur í fiskivinnu, professari við lærda háskúlan í Reykjavík), ið annars er ein hin ídnasti fortalarin fyri umsetiligheit í fiskivinnuni, heldur, at tað ber ikki til, at loyva marknaðarkreftunum einsamøllum at skipa fiskivinnuna. Vinnan vil hava vissu fyri, hvat hvør veiðubólkur eigur hvørt fiskiárið, og tá lok er lagt á tann partin, vilja teir sleppa at fiska, sigur Kjartan Hoydal.
Hann leggur dent á, at ein uppboðssøluskipan heldur ikki fer at tryggja okkum ein fjølbroyttan flota, um tað er tað, vit vilja hava.
- Tað haldi eg avgjørt, at vit skulu hava. Vit skulu minnast til, at tað er ein grund til, at flotin er samansettur, soleiðis sum hann er, við teimum ymisku veiðibólkum. Tað er tí, menn hava sæð, at tað loysir seg at fiska eitt slag við línu, eitt annað við gørnum, eitt triðja við troli og so framvegis. At so at kalla allur botnfiskiskapurin í fleiri ár hevur ligið í tungum sjógvi er ikki at kasta verandi fiskivinnuskipan fyri, men umsitingini av henni, sigur Kjartan Hoydal.
Umsitingin av lógini er vorðin so skeiklað, at ætlanin við henni í mongum førum ikki kennist aftur. Til dømis blivu ídnaðarloyvini vakt til lívs aftur, sjálvt um tað var greitt fyri øllum í politisku skipanini, tá lógin kom, at gomlu ídnaðarskipini ikki høvdu rætt at fiska í heimasjógvi. Og Anfinn Kallsberg og Jørgen Niclasen loyvdu, at veiðiloyvi vórðu seld, so tey kundu kapitaliserast. Tað var annars eisini púra greitt í lógini fyri øllum, at veiðiloyvini skuldu fella aftur til landið, tá loyvishavarin gavst at brúka tey, sigur Kjartan Hoydal, millum annað í viðtali við Sosialin.
Øll samrøðan við Kjartan Hoydal kann lesast við at keypa blaðið HER. Eisini er stórt tema um nýskipan av fiskivinnuni í blaðnum.