Løgmaður, Anfinn Kallsberg, legði so bragdliga út undir ólavsøkurøðuni í ár, har hann boðaði frá, at hann ynskti, at flokkarnar á tingi gjørdu meira fyri at tryggja breiðar politiskar semjur tvørturum samgongu- og andsstøðumark.
Í Dimmalætting týsdagin leggja andstøðuleiðararnir, Lisbeth L. Petersen og Jóannes Eidesgaard samgonguna undir fyri ikki at taka andstøðuna upp á ráð í samband við fíggjarlógararbeiðið. Formenninir í Javnaðar- og Sambandsflokkinum førdu millum annað fram, at fíggjarlógararbeiðið aldrin áður hevur verið so afturlatið, og tað er ein keðiliga støða hjá andstøðuna.
Í øðrum londum er rættiliga vanligt, at flokkar finna semjur tvørturum andstøðu og samgongu, men í Føroyum hevur henda siðvenja aldrin tikið á seg,
Ikki møguligt at samstarva
Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, Óli Breckmann, sigur, at tað einfalt ikki letur seg gera at samstarva við andstøðuflokkarnar um fíggjarlógina.
? Tann breiða semjan ber sjálvsagt til hugsjónarliga við Sambandsflokkin, og tað hevði eisini verið ynskiligt um borgarligu flokkarnir sýndu ábyrgd og áræði í samband við fíggjarlógararbeiðið, men veruleikin er, at bæði Sambandsflokkurin og eisini Javnaðarflokkurin hava teirra grundarlag í danska blokkstuðulinum, og blokkurin er teirra tilverugrundarlag, og tískil er ikki nógv at samráðast um, sigur Óli Breckmann.
Hann vísir á, at andstøðuflokkarnir framvegis halda á við at meyla um, at blokkurin aldrin skuldi verið skerdur, tí so hevði alt verið betri, men veruleikin er nú einaferð tann, at nú er minni at gera fíggjarætlan við, og tann veruleikan mugu vit halda okkum til.
? Veruleikin er at báðar andstøðuflokkarnir hava ein fíggjarpolitikk, ið hevur hall við sær, og tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Óli Breckmann.










