Ber ikki til at leggja fútanum boð

Hóast Sosialurin meginpartin av degnum í gjár royndi at fáa fatur á fútanum, eydnaðist hetta ikki. Heldur ikki bar til at leggja honum boð í avgreidsluni á Fútaskrivstovuni

Sosialurin royndi meginpartin av degnum í gjár at fáa fatur á Mogens Nepper Christensen, fúta. Ætlanin var at fáa viðmerking ar frá honum til skuldsetingarnar, Jógvan Páll Lassen førdi fram móti honum fyrrakvøldið í Degi og Viku. Men hetta sýntist vera ein ómøgulig uppgáva. Frá avgreiðsluni á Fútaskrivstovuni vóru boðini allan fyrrapartin, at fútin sat á fundi og kundi ikki órógvast.

Móti middegi eydnaðist at fáa fatur á Jens Severinsen, men hesin hevði ongar viðmerkingar til málið, tí hann hevði ikki sæð Dag og Viku. Tá Sosialurin síðani spurdi hann, um hann ikki kundi bera so í bandi, at vit fingu fatur á fútanum var svarið nei. Hann vísi til avgreiðsluna.

Síðani varð aftur roynt at ringja til avgreidsluna á Fútaskrivstovuni, men boðini haðani vóru framvegis tey somu. Fútin sat á fundi og mátti ikki órógvast. Sosialurin spurdi tískil, um tað ikki bar til at leggja fútanum eini boð, so hann kundi ringja aftur til okkara, tá høvi beyðst. Men svarið var nei. Tað bar ikki til at leggja fútanum boð, og harafturat ringir hann ikki út til fólk, ið leggja honum boð.

Nú var einki annað at gera, enn framhaldandi at ringja á Fútaskrivstovuna við jøvnum millumbilum og vita, um orð fekst á fútan. Men skjótt mátti staðfestast, at hetta var nyttuleyst. Stutt eftir middag var fútin farin til hús, og hann kom ikki aftur á skrivstovuna restina av degnum.

Spennandi verður tí at vita, hvørjar viðmerkingar fútin í morgin hevur til málið, um hann yvirhøvur vil tosa við fjølmiðlarnar.