Ber ikki til at finna tann seka

Løgreglan hevur slept málinum, og tað elvir til misnøgd

 

 

Løgreglan hvur nú staðfest, at tað ber ikki til at finna útav, hvat tað var fyri skip, sum dálkaði sjógvin við samferðsluhavnina á Krambatanga við olju fyri einum góðum ári síðani.

Tískil hevur løgreglan slept málinum og ger ikki meiri við tað, og tað hevur hon nú boðað Tvøroyrar Kommunu frá.

 

Tað var tann 20. september í fjør, at olja fór á sjógv við Krambatanga. Kommunan sigur, at talan er um trý skip, oljan kundi stava frá, tí antin var tað Smyril, eitt niðurlendskt tangaskip ella eitt grikst farmaskip, sum var orsøkin til dálkingina.

Royndir vórðu tiknar av oljuni, men niðurstøðn er, at tað ber ikki til at prógva, hvaðani oljan stavar og tískil er málið slept.

Hett eru tey í Tvøroyar Býráð alt annað enn nøgd við.

 

Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at tað kostaði kommununi eina slaka hálva millión at taka oljuna upp aftur. Og kommunan er ikki sinnað at hanga upp á rokningina.

Hann vísir á, at Krambatangi er landshavn, haðani Tvøroyrar Kommuna ongar inntøkur fær, hvørki bryggjugjald ella vørugjald.

Tí er hann alt annað enn nøgdur við at Tvøroyrar Kommuna skal hanga upp á eina rokning upp á eina hálva millión fyri at reinsa havnina, eftir at hon er dálkað av olju.

Tvøroyrar Býráð hevur tískil vent sær til sakførara at biðja um góða ráð um, hvussu farast skal fram, og rokningin fyri at taka oljuna upp aftur, er send Landsverki, sum varar av havnunum hjá landinum.