Eitt tekniskt brek ger at eingin kann bíleggja pass í løtuni.
Tað er Føroya Politi sum boðar frá hesum á Facebook-vanga sínum.
- Vegna feil í fingramerkjaskipanini, ber tíverri ikki til at bíleggja pass í løtuni, skrivar løgreglan.
Tað undrar kanska onkran, at fingramerki skulu nýtast til nýggj pass, men soleiðis hevur verið síðani 2012. Løgreglan sigur eisini, at hóast gomlu passini eru galdandi, so eru ávís lond, eitt nú USA, sum krevja, at tú hevur nýtt sonevnt biometriskt pass, fyri at sleppa inn.
Løgreglan boðar frá so skjótt sum trupulleikin er loystur.