Benzema sleppur ikki við til EM

Franski landsliðsvenjarin Didier Deschamps hevur almannakunngjørt EM-hópin hjá sær

Real Madrid áleyparin, Karim Benzema sleppur ikki at tørna út fyri Frakland, sum er vertstjóð fyri EM-endaspælinum í Fraklandi. Karim Benzema vann annars Champions League saman við liði sínum, Real Madrid fyri trimum døgum síðani.

 

Franski landsliðsvenjarin, Didier Deschamps hevur almannakunngjørt sín EM-hóp. Teir 23 kosnu hjá Fraklandi eru hesir :

 

Málverjar:

Lloris (Tottenham)
Costil (Rennes)
Mandanda (Marseille)

Verjuspælarar:

Umtiti (Lyon)
Koscielny (Arsenal)
Rami (Sevilla)
Evra (Juventus)
Jallet (Lyon)
Digne (PSG)
Mangala (Man City)
Sagna (Man City)

Miðvallarar:

Sissoko (Newcastle)
Diarra (Marseille)
Payet (West Ham)
Pogba (Juventus)
Cabaye (Crystal Palace)
Matuidi (PSG)
Kante (Leicester)
Coman (Bayern)

Áleyparar:

Giroud (Arsenal)
Griezmann (Atletico Madrid)
Gignac (Tigres)
Martial (Man Utd)