Real Madrid og Manchester City eru víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League saman við Bayern Munchen og Liverpool. Real Madrid vann 3-1 á Kylian Mbappé, Lionel Messi og Paris Saint Germain, meðan Manchester City greiddi uppgávuna móti Sporting.
Real Madrid – Paris Saint Germain 3-1 (3-2)
Karim Benzema bleiv heilt stóra hetjan, tá Real Madrid vendi einum samanløgdum 0-2 til 3-2 upp á minni enn tjúgu minuttir. Tað var annars PSG og Kylian Mbappé, sum byrjaðu betri. Hann skoraði bæði í fyrru uppgerðini, og legði PSG á odda í kvøld seint í fyrra hálvleiki.
Tað var uppiborið og gestirnir vóru leikliga omaná. Serliga Kylian Mbappé, sum væntast at skifta til Real Madrid í summar. Hann skoraði eisini tvey mál afturat, sum seinni blivu kolldømd fyri rangstøðu.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki vendi uppgerðin, tá Karim Benzema og Real Madrid takkaðu fyri gávuna frá italska málverjanum Gianluigi Donnarumma. Hann drálaði ov leingi við bóltinum og bleiv taklaður. Hann vildi tó hava fríspark í støðuni, og tað er nokk ikki heilt uttan orsøk.
Karim Benzema sendi bóltin í málið og løtu seinni skoraði hann aftur, eftir upplegg frá Luka Modric. Dysturin var ikki meir enn byrjaður aftur, so var trýst á og sami Karim Benzema sendi ein retur í málið til 3-1.
Nú var Real Madrid á oddasamanlagt. Gestirnir tóktust ikki at klára at hugsavna seg um at spæla fótbólt. Tað endaði við einum samanlagdum sigri, men viðmerkjarar eru samdir um, at PSG spældi betri, men kanska er hetta munurin á, at Real Madrid hevur vunnið 13 Champions League steyp, meðan PSG enn einki hevur vunnið.
Manchester City og Sporting spældu málleysan javnleik í Manchester, eftir at Manchester City vann fyrra dystin 5-0. Ongin spenningur og ongin slingur í valsinum.











