Benzema kostar 675 mió

20 ára gamli álopsspælarin Benzema, sum spælir fyri franska felagið Lyon, telist millum stóru talentini í europeiskum fótbólti

Manchester United er eitt av feløgunum, sum hevur sýnt honum stóran áhuga, men prísurin er høgur. Forsetin í Lyon hevur sagt við Benzema, at hann fer at krevja 675 milliónir krónur fyri at selja hann til eitt av europeisku strófeløgunum. Benzema hevur sáttmála við Lyon fram til 2012, so franska felagið hevur fatur í rætta endanum.