Real Madrid hevur góð kort á hondini, eftir at tvær tær seinnu av fyrru hálvfinalunum Champions League vórðu spældar í kvøld. Real Madrid vann 3-1 í London móti Chelsea, meðan Villarreal vann heldur óvæntað móti Bayern Munchen.
Stóri maðurin í London var Karim Benzema. Franski áleyparin skoraði hattrik. Tvey tey fyrstu vóru framúr góðir stútarar, meðan tað triðja var eitt stórt mistak í verjuni hjá Chelsea, men tað hevði ikki blivið mál, um Karim Benzema ikki var ótroyttiligur í trýstinum.
Í Spania vann Villarreal 1-0 á favorittunum úr Bayern Munchen. Málið kom longu eftir átta minuttir, tá Arnaut Danjuma sendi eitt innlegg í mál. Heimaliðið kann iðra seg um, at tað ikki bleiv til 2-0 í tveimum støðu, men tað gleði at hóma, tá dómarin bríkslaði av.
Chelsea - Real Madrid 1-3 (0-2)
Chelsea: Mendy; Christensen (Kovačić 46), Thiago Silva, Rüdiger; James, Kanté (Ziyech 46), Jorginho (Loftus-Cheek 64), Mount, Azpilicueta; Havertz, Pulišić (Lukaku 64)
Real Madrid: Courtois; Carvajal, Éder Militão (Nacho 64), Alaba, Mendy; Kroos (Camavinga 74), Casemiro, Modrić; Valverde (Ceballos 86), Benzema (Bale 86), Vinícius Júnior
Villarreal - Bayern Munchen 1-0 (1-0)
Villarreal: Rulli; Foyth (Aurier 81), Albiol, Pau Torres, Estupiñan; Coquelin (Pedraza 59), Capoue, Parejo; Gerard Moreno, Danjuma (Chukwueze 81), Lo Celso
Bayern: Neuer; Pavard (Süle 71), Upamecano, L Hernandez, Davies; Kimmich, Musiala; Coman, Müller (Goretzka 62; Roca 90), Gnabry (Sané 62); Lewandowski