Bentley vil royna CL

David Bentley var ein av profilunum á liðnum hjá Blackburn í farna kappingarári, men hann ynskir at skifta til eitt annað felag.

- Eg havi gjørt tað greitt fyri leiðsluni í felagnum. Eg vil gjarna bjóða mær sjálvum av við at spæla í Champions League, sigur Bentley.

Blackburn er ikki í nánd av Champions League, og tí má Bentley skifta til eitt av størru ensku feløgnum ella fara út um Ongland at spæla.