Bentley – luksusbilar í 90 ár

Enska bilmerkið Bentley fyllir 90 ár í ár. Bentley Motors Limited varð stovnað av Walter Owen Bentley í 1919.

Bentley var eitt sjálvstøðugt bilmerkið til 1931, tá verksmiðjan varð yvirtikin av Rolls-Royce. Frá 1950 vóru Bentley somu bilar sum Rolls-Royce, bert við smáum broytingum sum t.d. øðrum kølaragittari og búmerkjum, sum góvu Bentley sín egna identitet.


Síðan 1998 hevur Bentley verið partur av týsku Volkswagen-konsernini við sjálvstøðugum modellum.