Benteke tryggjaði Liverpool sigurin

Christian Benteke var stóra hetjan, tá Liverpool í kvøld vann týdningarmiklan sigur í Premier League

 

Ein dystur hevur verið spældur í ensku Premier League í kvøld. Dysturin var á Stadium of Light, har Sunderland tók ímóti Liverpool.

 

Liverpool vann annan jóladag ein týdningarmiklan sigur ímóti oddaliðnum Leicester, og aftur í kvøld helt góða gongdin hjá Liverpool fram.

 

Liverpool vann dystin 1-0 móti Sunerland, eftir at hálvleiksstøðan var 0-0.

 

Einsamalla málið í dystinum kom beinavegin í øðrum hálvleiki, tá Christian Benteke skoraði fyri Liverpool. 

 

Við sigrinum er Liverpool farið at anda arvafíggindarnar, Manchester United av álvara í nakkan. Tey bæði liðini eru nú jøvn í stigum, har Manchester United tó er frammanfyri við einum betri málmuni.

 

Dysturin í kvøld var seinasti Premier League dysturin í hesum kalendara árinum, og komandi umfar verður á skránni tann 2 januar. Tá skal Liverpool royna at halda góðu gongdina í trupla útidystinum móti West Ham, meðan Sunderland spæla lykladyst í botninum. Teir spæla á heimavølli móti Aston Villa, sum í løtuni er greitt botnlið í Premier League.