Christian Benteke, sum er gliðin úr Liverpool-hópinum og ikki sær út til at vera partur av framtíðarætlanunum hjá Jürgen Klopp, hevur áður verið settur í samband við Crystal Palace, og nú hava søgurnar aftur tikið dik á seg.
Sambært keldum hjá Sky Sports, so hevur Crystal Palace nú játtað at gjalda tær 275 milliónir krónurnar, sum Liverpool krevur fyri hann. Crystal Palace hevur áður bjóðað umleið 200 milliónir krónur, men hatta boðið vísti Liverpool frá sær.
25 ára gamli Christian Benteke manglar nú bara at klára læknakanningina og at samráðast um persónligu smálutirnar, áðrenn skiftið gerst veruleiki. Gongur alt sum ætlað, so verður hann dýrasti spælari í søguni hjá Crystal Palace.