Tríggir dystir hava í kvøld verið í Premier League.
Í Birmingham tóku grannarnir Aston Villa og West Bromwich ímóti hvørjum øðrum.
Aston Villa, ið hevur verið í tungum sjógvi seinastu tíðina, og nú av álvara er við í niðurflytingarstríðnum, var undan dystinum trýst.
Men frá fyrsta bríksli í kvøld, sást at talan var um eitt tendrað heimalið. Aston Villa var eisini á odda 1-0 í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki kom West Bromwich betur við í dystin, og fekk eisini javna til 1-1.
Leingi sá út til at dysturin skuldi enda við 1-1 javnleiki, men í seinasta sekundi fekk Aston Villa brotsspark. Belgiski áleyparin Christian Benteke var settur at skjóta, og hann skoraði trygt til endaliga úrslitið 2-1, ið viðførdi at alt Villa Park var á gosi.
Í einum av hinum dystunum, vann Southampton 1-0 á heimavølli móti Crystal Palace. Einsamalla málið í dystinum skeyt Sadio Mane, tá tað restaðu sjey minuttir.
Í seinasta dystinum býttu Hull og Sunderland stigini millum sín. Tann dysturin endaði við 1-1 javnleiki.
Úrslitini í kvøld:
Aston Villa – West Bromwich 2-1 (1-0)
Southampton – Crystal Palace 1-0 (0-0)
Hull – Sunderland 1-1 (1-0)