Benteke á veg til Liverpool

Liverpool er um reppið at styrkja sær hópin við Christian Benteke úr Aston Villa

Alt bendir á, at Liverpool fer at brúka ein stóran part av mongu milliónunum frá søluni av Raheem Sterling til Manchester City uppá ein nýggjan framherja. Fleiri enskir miðlar skriva nevnliga, at Liverpool er um reppið at gera avtalu við 24 ára gamla belgiska framherjan Christian Benteke hjá Aston Villa.

 

Benteke hevur ein klausul í sáttmálanum hjá sær, sum sigur, at eitthvørt felag kann keypa hann leysan fyri 32,5 milliónir pund, ella góðar 300 milliónir krónur. Væntandi verður henda avtala kunngjørd ein av fyrstu døgunum, skriva enskir miðlar.