Heimildarmaður okkara fekk eygað á diplomið, sum hongur í handlinum ? og sum óivað er dýrur lutur hjá ognarmanninum. Tað er sum viðurkenning fyri sera framkomna kjøt- og viðskerabúð, at hann hevur vunnið heiðurin.
Bent var í læru hjá pápanum, Henning Lilholm Nielsen, slaktarameistara, sum hevði slaktarahandilin, til Bent tók yvir. Pápin doyði í 1993. Henning var fyristøðumaður í kendu kjøt- og viðskerabúðini, Smæruni, á Abbatrøð í Havn í mong ár eftir krígslok, til hann og konan, Judith, í 1953 búsettust í Keypmannahavn.
Myndin sýnir Bent í kjøt- og viðskerabúðin iá Jydeholmen. Mamma Bent er úr Leynum úr fittliga stórum barnaflokki, hon vaks upp í Havn. Hittir tú Bent, tosa bara føroyskt, tí tað skilir hann.
Á myndini er skyldkonan, Birita, hon hevur bílagt tað, sum grýtuklárt skal á jólaborðið í vøggustovuni á Vester Fælledvej á Vesturbrúgv, ha hon er deildarleiðari.