Tað hevur nú eisini ávirkað heimliga bensin- og oljuprísin, at oljuprísurin á altjóða marknaðinum er nógv lækkaður seinastu vikurnar. Bæði Shell og Statoil hava í dag sett prísirnar á bensini og olju niður.
Prísurin á bensini er lækkaður úr 9,25 og niður í 9,06 fyri liturin.
Prísurin á diesel er fyri fyrstu ferð í langa tíð farin niður um 8 krónur og er nú 7,95 krónur.
Eisini er prísurin á gassolju lækkaður og er nú 6,96 fyri liturin.