Prísurin á bensini er hækkaður við 50 oyrum fyri liturin seinasta mánaðin - og tað er eisini blivið væl dýrari at fylla sær oljutangan. 1. mai kostaði ein litur av bensini 7 krónur og 75 oyru. Í dag kostar liturin 8 krónur og 23 oyru.
Prísurin á diesel er ikki hækkaður so nógv, sum prísurin á bensini. Diesel kostar í dag 6 krónur og 4 oyru - tað eru 15 oyru meira enn fyri einum mánað síðani.
Gassoljan kostar nú 5.125 krónur fyri 1000 litrar. Fyri einum góðum mánaði síðani var prísurin 4.825 krónur.
Hendrik Egholm, sum er stjóri oljufelagið Magn, sigur, at tað hevur verið ein støðug hækking í prísinum á brennievni seinastu vikurnar, men enn ber ikki til at siga, um prísurin fer at hækka meira næstu vikurnar.
- Vit fylgja altjóða prísgongdini. Vit eru eitt sindur aftanfyri í bæði príslækkingum og príshækkingum, og vit síggja, at prísurin er hækkaður meira í londunum rundan um okkum enn her í Føroyum, sigur Hendrik Egholm.