Bensinið verður helst bíligari

Í Danmark hevur stórt prísfall verið á brennievni seinastu vikurnar. – Heldur marknaðarprísurin sær, verður gongdin tann sama í Føroyum, sigur stjórin á Magn

Hendrik Egholm vil tó ikki lova føroyingum, at talan verður um sama prísfall her heima, sum talan hevur verið um í Danmark, har prísirnir nú eru teir lægstu í tvey ár.

 

- Prísirnir hjá okkum fylgja sjálvandi teimum á altjóða marknaðinum, men sveiggini eru gjarna heldur bleytari her hjá okkum. Hetta tí veitingarnar ikki eru eins stúttar, eins og prísásetingin er ymisk frá landi til land.

 

- Fyrst og fremst, so er tað marknaðarprísurin á brennievninum og dollarakursurin, sum eru avgerandi fyri okkara prísir, og tí kann eitt danskt prísfall væl benda á, at talan eisini verður um prísfall her.

 

- Tað er gleðiligt, um vit eisini koma at síggja slík prísfall í Føroyum, men eg fái ikki givið lyfti um hetta út frá tí, sum greinarar siga. Tað er jú ymiskt, hvussu ymsu greinararnir meta um útlitini, og vit hava meira enn eina ferð sæð greiningar, sum ikki hildu á mál, sigur Hendrik Egholm.

 

Sambært Peter Rasmussen, greinara hjá danska Statoil, verður talan um lágar prísir á brennievni.

 

- Tað henda framstig í Sýria, og USA og Iran tykjast aftur at tosa saman. Tí er váðin í marknaðinum nú minni. Vøksturin í Kina er ikki so stórur, sum mett varð, og í USA merkir framleiðslan av skifer-olju, at landið ikki skal innflyta eins nógva olju longur. Tí er eftirspurningurin minkaður, og sum brúkarar kunnu vit tí fegnast um lægri prísir, og eg rokni við, at teir lækka enn meira, sigur Peter Rasmussen við heimasíðuna, epn.dk.