Bensinavgjaldið eigur at endurskoðast

Byggir avgjaldsskipanin annars á at tryggja landskassanum inntøkur og at tálma orkunýtsluni, so er endamálið fokið, nú vaksandi tal av privatbilum nýta diesel sum brennievni, sigur Bjarni Djurholm í viðmerkingunum til fyrispurning

Í farnu viku fekk Karsten Hansen fyrispurning frá Bjarna Djurholm, sum vil hava at vita frá fíggjarmálaráðharranum, hvør fakturaprísurin á bensini (kalium og blýfrítt, 98 oktan) og á diesel er? Løgtingsmaðurin vil hartil hava at vita, Hvørji avgjøldini á bensini (kalium og blýfrítt, 98 oktan) og á diesel eru, og hvussu verða tey ásett? Og at enda spyr Bjarni Djurholm, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at lækka/regulera avgjøldini á bensini, so bensinprísurin verður í javnari lutfalli við dieselprísin?


Prísmunurin 4 kr/l

Í viðmerkingunum sigur Bjarni Djurholm m.a., at farnu tíðina eru oljuprísirnir á heimsmarknaðinum støðugt hækkaðir. Hetta hevur m.a. havt við sær, at prísurin fyri blýfría bensinið nú er 8,29 kr/l, meðan kaliumbensinið kostar 8,41 kr/l (pr. 24. februar 2000). Hóast alheims prísvøkstur, so er endaprísurin á bensini og diesel treytaður av vinninginum, sum oljufeløgini taka, og ikki minst avgjøldunum, sum fara í landskassan. Politiski myndugleikin hevur tí stóra ávirkan á endaliga prísin.

? Farna árið er bensinprísurin hækkaður við uml. 1 kr/l, ella um 200 kr/mðr. fyri vanliga koyring. Príshækkanin hevur ikki rakt eigararnar við dieselbilunum líka meint, men eisini her er talan um munandi prísvøkstur (4,33 kr/l pr. 24. februar 2000). Úrslitið av prísgongdinini farna árið er, at prísmunurin millum superdiesel og bensin nú er umleið 4 kr/l.

? Spurningurin er tí, um landsstýrismaðurin ikki eigur at endurskoða avgjaldsskipanina á bensini, so skipanin verður í javnari lutfalli við avgjøldini á diesel, við øðrum orðum at lækka bensinavgjøldini. Fakturaprísurin á olju/bensini verður m.a. reguleraður av altjóða oljuprísinum og dollarkursinum, sum skifta javnan. Hetta skuldi tó ikki forða landsstýrismanninum at fingið til vega prísleguna pr. 24. februar 2000, sigur Bjarni Djurholm m.a. í viðmerkingunum til fyrispurningin.