Tjóðveldisflokkurin megnaði í fyrstu atløgu at forða fyri, at bensinprísurin lækkar, og Fólkaflokkurin lat seg aftur eyðmýkja, tá hann atkvøddi fyri uppskoti frá Tjóðveldisflokkinum at koyra málið aftur í nevnd. Grundgevingarnar hjá Tjóðveldisflokkinum fyri ikki at atkvøða fyri uppskotinum hjá Javnaðarflokinum eru partvíst, at samgongan hevur ikki viðgjørt andstøðumálið, og partvíst, tí at fyrilit skulu takast fyri landsbúskapinum.
Taka vit tað fyrru grundgevingina fyrst, hevur landsstýrismaður hjá Tjóðveldisflokkinum lagt fleiri uppskot fyri tingið, utttan at samgonguflokkarnir høvdu viðgjørt uppskotinum saman ella í flokkunum. Henda grundgevingin heldur sostatt ikki. Viðvíkjandi tí búskaparliga spurningin, so hevur eitt minni gjald á bensinið við sær, at inntøkan til landskassan minkar nakrar milliónir, og nakrir bileigarar hava eitt sindur meiri pening til taks.
Ein stórur partur av teimum nýggju bilunum hava í dag teir dálkandi diselmotorarnar. Tey, sum annaðhvørt ikki hava havt ráð at skifta bil, ella hava keypt gamlar bilar, hava framvegis bilar við bensinmotori. -Hvørjir eru hesir bileigararnir fyrst og fremst? Hugsast kann, at tað er tann vanligi løntakarin, sum hevur sítt stríð at fáa endarnar at røkka saman. Aftur eitt dømi um, at vanligi løntakarin skal bera búskaparligar byrðar og ábyrgd!
Tað er alla æru vert, at Tjóðveldisflokkurin leggur dent á at reka ein varligan búskaparpolitikk og hevur í hyggju, at buúskapurin ikki fer í kók, men tað er løgið, at tað bara er vanligi løntakarin, sum kann brúkast at repa við! Tjóðveldisflokkurin setti føtur íspennið ímóti at lækka skattin hjá meðal løntakaranum. Hann var ímóti at varðveita rentufrádráttin á 48 prosentum. Og hann hevur verið ímóti at lækka oljugjaldið og bensinprísin!
Fólkaflokkurin hevur verið fyri hesum uppskotum, tá tey hava verið til 1. viðgerð, men hann hevur latið seg eyðmýkjað hvørja ferð. Hann hevur atkvøtt ímóti, og gjørt sín og samgongupolitikkin til skammar. Samgongan setti sær jú fyri at lækka skatt og avgjøld, og eisini virka fyri at lækka gjaldið á orku, sum dálkar minni! Tí kann staðfestast, at politikkurin Fólkafloksins um minni skatta- og avgjaldstrýst er einki annað enn lótir.