Benny frá Olsen-Banden takkar fyri seg

Sjónleikarin Morten Grunwald hevði um vikuskiftið sína seinastu framførslu sum sjónleikari.

Á okkara leiðum er Morten Grunwald best kendur í leiklutinum sum Benny Frandsen í Olsen-Banden.

Morten Grunwald tók útbúgving sum sjónleikari á Odense Teater og Det Kongelige Teater. Hann fekk prógv í 1960. Síðani hevur hann spælt við í einari endaleysari røð av filmum og sjónleikum. Nú hevur hann tikið avgerð um at gevast sum sjónleikari. 

- Hetta er meira ein lætti, enn tað er keðiligt og sorgblítt. Eg kann ikki longur flyta meg og brúka mín kropp, sum eg kundi fyrr, og tá ið tú ikki longur fært spælt sjónleik, sum tú kundi hugsað tær, er tað ikki stuttligt longur, sigur Morten Grunwald við TV2.

82 ára gamli Morten Grunwald er tann einasti av teimum trimum kúllunum í Olsen-Banden, sum er á lívi. Hann ætlar sær frameftir at hava onkrar fyrilestrar.