Tá ið Kris Kristofferson fer á pall í Gøtu leygarkvøldið, verður tað eina løtu saman við einum føroyskum sangara - Benjamin Petersen.
Á myndum, sum bólkurin hjá Benjamin Petersen, Son of Fortune, hevur deilt á Facebook, sæst Kristofferson familjan sita og lýða á, meðan Benjamin Petersen framførir.
Benjamin Petersen sigur seg vera sera spentan til leygarkvøldið. Tá trínur hann nevniliga á pall saman við countrylegenduni.
Kris Kristofferson spælir á sandinum leygarkvøldið kl. 18.