Benjamin og Petur við nýggjum tilfari

Á hugnaligari F'Ljóð stovukonsert við Benjamin fingu vit smakksroynd av nýggja tilfarinum, ið Benjamin gevur út í næstum.

Á hugnaligari F'Ljóð stovukonsert við Benjamin fingu vit smakksroynd av nýggja tilfarinum, ið Benjamin gevur út í næstum.


Í hugnaligu stovuni í Stoffalág, hevur Elin Heinsen seinastu mánaðirnar skapt eitt fantastiskt inniligt spælistað, har okkara fremstu sangarar og songkvinnur vitja nærum hvørja viku.

 

Mikukvøldið var tað Benjamin Petersen, ið sang og spældi, og ikki kann sigast annað enn at tey gott 40 fólkini, ið rúmast í stovuni, fingu valuta fyri 100 kr. seðilin, ið konsertin kostaði. Vit fingu væl yvir hálvan annan tíma av tónleiki, upplestur av satiriskum teksti eftir Jens Paula Heinesen, lisnan væl og við innliving av Elini sjálvari, og vit fingu ein lítlan kaffisteðg við hugnaligum práti í góðum selskapi.

 

Eftir tveir tímar og eitt korter, kundu vit fara út í kvøldið, mentanarliga mettaði og væl fyri.

 

Benjamin legði fyri við løgum av frálíku "Ghost with skin" fløguni, ið hann sang við síni sterku rødd, uttan nakra forstyrking, tað var inniligt og vakurt. Hetta var ein av okkara heilt sterku listamonnum.

 

Hann skifti ímillum at spæla á elgittar, banjo, harpu og kassagittar, og hevði eina stevpedal, ið hann brúkti í summum sangum.

 

Hóast onkri av ljóðførunum kravdu ravmagn og forstyrking, so var ljóðbalansan somikið góð, at tú ikki hugsaði um, at okkurt var forstyrkt og annað ikki. Hetta var akkurát, sum tað skuldi vera.

 

Elin Heinesen læs síðan fyrsta kapitul av bókini "Gamans leikur 2", ið pápi hennara skrivaði um fólkini í Krabburð. Ein skemtilig lýsing av einum mikrosamfelag, ið speglar tað føroyska.

 

Síðan fingu vit nøkur lániløg, eitt nú "Where did you sleep last night", ið Benjamin framførdi so væl á Nirvana tiltakinum í Spaniastovu herfyri. 

 

Síðan komu vit til tað, ið flest okkara gleddu okkum mest til. Benjamin framførdi nýggj løg, ið øll eru á føroyskum og eru gjørd í samstarvi við Petur Pólsson, ið stendur fyri framúr góðu tekstunum.


Sangirnir vera við á komandi útgávuni, ið Benjamin og Petur gera saman, útgávan er ein splittútgáva, har Petur eigur eina síðu og Benjamin eina.

 

Nýggju løgini vóru sera lovandi, og okkurt av teimum kann gott fara at gera um seg. Eitt nú "Sanna andlit", ið er ein sera sterkur tekstur væl undirbygdur av lagnum.

 

Petur sang eitt av sínum løgum av fløguni saman við Benjamin, umframt Símun Konoy klassikaran "Timburmenn". Teir kunngjørdu, at teir báðir skuldu framføra júst hendan sangin saman við Símun Konoy á G! í summar.

 

Alt í alt eitt frálíkt kvøld í stovuni hjá Jens Paula og Maud Heinesen í Stoffalág.