Benjamin á Norðurbryggjuni

BENJAMIN “ Eitt føroyskt stjørnuskot í Keypmannahavn!

Knút Duo hitar upp

 

Fríggjadagin tann 3. mai kl. 21.30 (dyrnar lata upp kl. 21)

 

Í løtuni lýsir føroyski Benjamin sum eitt stjørnuskot á Norðuratlantiska himmalinum, men lesur tú stjørnurnar rætt, so er ikki leingi, fyrr enn hann eisini glógvar longri suðuri.

 

Tað er í samband við eina longri rundferð í Europa og eina altjóða fløguutgávu, at Benjamin framførir á Norðurbryggjuni á Christianshavn saman við sinum trúgvu fylgjusveinum, Mikael Blak (bass/keyboard) og Jan Rúna Poulsen (trummur).

 

Í samband við Evropa-rundferðina var fløga hjá Benjamin ummæld í týska blaðnum Rolling Stone, ið skrivar, at "Ghost with Skin" ist ein klasse Album”.

 

Tá Benjamin fer á pallin á Norðurbryggjuni, er tað hansara fyrsta framførsla í Keypmannahavn, og leygardagin verður hann harafturat at hoyra á Spotfestivalinum í Århus.