Benjamin Netanyahu er aftur forsætisráðharri í Ísrael

Ísraelska tjóðartingið hevur góðkent stjórnina hjá Benjamin Netanyahu.

 

Ísraelska tjóðartingið Knesset hevur í dag góðkent stjórnina hjá Benjamin Netanyahu Mynd: Amir Cohen/EPA/Ritzau Scanpix

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Netanyahu verður harvið forsætisráðharri í Ísrael á triðja sinni.

Fyrradagin samtykti ísraelska tjóðartingið eina nýggja lóg, sum gjørdi, at tað bar til hjá Benjamin Netanyahu at gerast forsætisráðharri fyri triðju ferð.

Nýggja lógin merkir, at ein av komandi samstarvsfeløgum hjá Netanyahu, Aryeh Deri úr ultraortodoksa Shas-flokkinum, kortini kann gerast ráðharri, sjálvt um hann í januar varð dømdur fyri skattasvik.

Higartil hevur tað ikki borið til at gerast ráðharri í sjey ár eftir ein dóm. Tað er nú broytt soleiðis, at tað bara er galdandi, um tú hevur fingið fongsulsrevsing.

Aryeh Deri fekk ein treytaðan dóm eftir at hava gjørt semju í januar. Tað skrivar ísraelska blaðið The Jerusalem Post.

 

 

Ísraelska tjóðartingið Knesset hevur í dag góðkent stjórnina hjá Benjamin Netanyahu Mynd: Amir Cohen/EPA/Ritzau Scanpix