Benjamin N. Jacobsen vart ph.d. í York

Fríggjadagin 18. desember vardi Benjamin N. Jacobsen ph.d.-ritgerð sína við Department of Sociology, University of York. Granskingin snýr seg um, hvørja ávirkan sosialir miðlar og algoritmur hava á minni hjá fólki. Ritgerðin kallast “Mediated Memories in the Age of the Algorithm”.

Vegleiðarar hava verið David Beer, professari, og Daryl Martin, Dr.

Verjan fór fram á netinum og gekk væl. Ritgerðin varð góðkend við smáum rættingum, skrivar Granskingarráðið á gransking.fo.

Ein partur av granskingini er almannakunngjørdur í grein í tíðarritinum Information, Communication & Society: "Algorithms and the narration of past selves"

Ein bók er eisini ávegis, sum Benjamin Jacobsen og vegleiðarin David Beer, professari, hava skrivað, veit gransking.fo at siga.

Heitið er “Social Media and the Automatic Production of Memory: Classification, Ranking and the Sorting of the Past”. Hon kemur út í apríl 2021 á Bristol University Press

Sí meira um Benjamin Jacobsen í Heilagrunninum