Benjamin lovar okkurt nýtt og spennandi

Hann var ársins toppskorari í fjør, tá hann fekk fýra virðislønir á FMA, millum annað fyri ársins sangara og ársins útgávu. 

 

Benjamin Petersen var tilnevndur aftur í ár, aftur hesa ferð sum ársins sangari, men eisini sum ársins framleiðari fyri sítt arbeiði í Bunkaranum, sum hann rekur saman við Mikal Blak.

 

- Eg havi ikki verið so virkin við útgávum í 2015, men eg eri tilnevndur fyri fløguna Perfume Variations, sum í veruleikanum er ein gomul fløga, sum nústani er útgivin, sigur hann.

 

Okkurt er tó í umbúna.

- Eg og Petur Pólsson hava næstan eina fløgu klára fyri AVE, so hon kemur út í næstum. Harumframt arbeiði eg við onkrum heilt spennandi, sum kemur út næsta ár. Eg vænti tað fer at taka nógv av bóli, tí tað er eitt heilt øðrvísi konsept, sigur Benjamin Petersen.

 

Benjamin Petersen er fegin um, at vit hava eitt tiltak sum FMA í Føroyum.

- FMA er við til at varpa ljós á og at eksponera føroyskan tónleik. Vit gloyma so skjótt, vit minnast jú ikki helvtina av øllum tí, sum kom út í fjør. Tí er gott at hava eitt sovorðið tiltak, sum kann samla upp og minna okkum á tær mongu fantastisku útgávurnar, sum komu út í fjør, sigur Benjamin Petersen.