Benjamin fer leygarkvøldið á pall í Spaniastovu í Klaksvík, talan verður um eina intimkonsert av slagnum, ið Benjamin nevnir Benjamin í mono.
Fløgan “Ghost With Skin” hjá Benjamin er væl móttikin bæði heima og úti. Hetta hevur havt við sær, at Benjamin seinasta árið hevur haft úr at gera við konsertferðum í Danmark, Týsklandi, Sweiss, Íslandi og Grønlandi.
Men nú fer hann aftur á pall í meira heimligum umhvørvi. tá Spaniastovu er á skránni. Eitt av løgunum, ið verður á skránni er uttan iva Post War, ið sæst í liveútgávu omanfyri.