Benjamin Heinesen longt við B36

Betri deildin menn: B36 og Benjamin Heinesen hava longt um samstarvið

Mynd: (B36.fo)

B36 boðar frá, at felagið hevur longt sáttmálan við 27 ára gamla Benjamin Heinesen, sum í dag er 27 ára gamal. Hann fekk debut á besta liðnum í 2012, og hevur nú íalt 291 dystir á besta liðnum hjá B36. Skaðar at gjørt sítt til, at hann ikki hevur spælt so nógv í ár.

 

- Tað er altíð ein serlig og stolt løta, at skriva nýggjan sáttmála við felagið, sum hevur givið mær so nógv. Fyri mítt viðkomandi, so eri eg ikki heilt nøgdur við kappingarárið í ár. Tá tað er sagt, so var B36 í 2023 tó væl betur enn B36 í 2022, og tað kunnu vit taka við okkum. Vit hava bygt uppá, bæði á og uttanfyri vøllin, og í løtum hava vit víst stórspæl. Botnstøðið hevur tó verið ov lágt, og tað skal hækkast til komandi ár. Tað býr framvegis nógv meira í hópinum, og tað fara vit at vísa komandi ár, sigur Benjamin Heinesen við heimasíðuna hjá B36.

 

Tað sær út til at verða stórar broytingar í B36 til komandi kappingarár, men Benjamin Heinesen verður ikki ein av teimum broytingunum.

 

Mynd: (B36.fo)